tirsdag den 6. januar 2015

Ársveitslan verður leygardagin 24. Januar 2015

Veitslan byrjar kl. 19, tá tikið verður ímóti við vælkomudrykki. Kl. 19.30 fara vit til borðs, og matskráin er:

Fiskatallerkur v/torski og grøntsakspuré
 
Stokt svínalundir v/ soppasós, og smáeplir v/ persillu og cherry tomatum og eksotiskari grøntsakssaute
 
Heimabakað sjokolátukøka v/ ísi
 
Náttmatur: Aspargessuppa v/ flutés

Vín, øl og sodavatn kann keypast, og lutaseðlar verða seldir áðrenn borðhaldið.
 Hilmar spælur harmoniku til borðsangin, og til dansin spæla frálíku Spælimennirnir í Nólsoy fjøllbroyttan tónleik til standard- og fólkadans. Følguspælari verður í steðgunum.

Kostnaðurin er 350 kr og tilmelding fer framumvegis gjaldsskipanina hjá Dansifrøi her
Atgongumerkir kunnu eisini keypast hjá Einar Mikkelsen í Bøggøtu.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 21. Januar.

mandag den 5. januar 2015

Barnadansur eftir jól


So er at finna dansiskógvarnir fram aftur, tí barnadansur byrjar aftur 13. Januar 2015 kl. 18.

Les meira um barnadans á síðuni Fólkadansur við livandi tónleiki.

Tilmelding fer fram her

torsdag den 9. oktober 2014

Kalda borðið verður leygardagin 25. oktober

Borðhaldið byrjar kl. 19.00, og aftaná borðhaldið dansa vit blandaðan dans.
Sum undanfarin ár gera limirnir matin til hetta kvøldið.
Ein matarlisti liggur niðri í Dansifrøi frá næstu viku, og vit fara at heita á tykkum, sum vilja hjálpa, um at seta tykkum á henda listan.
Vín, øl og sodavatn kann keypast.
Kostnaðurin er 200 kr, og tilmelding fer fram umvegis gjaldskipanina hjá Dansifrøi her. Atgongumerkir kunnu eisini keypast hjá ”Einar Mikkelsen” í Bøgøtu.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 22. Oktober.

torsdag den 25. september 2014

Dansistevna 2015

Í dag eru júst 7 mánaðir at gleða seg í, tí Dansistevna verður í Havn tann 25. apríl 2015.
Jeps – tað er flaggdagin, so øll flagga og tað er lætt at minnast.
Á sama hátt sum seinast verður tiltakið alment og gongur fyri seg í Norðurlandahúsinum frá 9-17 við alskyns dansitilboðum. Vónandi hava tit hug at luttaka.
Seinni fari vit at venda okkum til tykkara um at vera til hjálpar, men tit eru sjálvsagt  vælkomin at koma við hugskotum ella ynskjum longu nú.

Fyri fyrst er tó bert  at seta kross í kalendaran 25. apríl 2015!

tirsdag den 2. september 2014

mandag den 1. september 2014

Parkeringviðurskifti


Ikki er møguligt at koyra oman til Dansifrøi í løtuni, men parkerast kann við Høllina á Hálsi og við Gundadalshøllina.
Sí eisini kunning á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu her

lørdag den 30. august 2014

Classic Rock Show Tórshavn


Karl Martin syngur í Havn.
Karl Martin Samuelsen er kanska kendasti rocksangari í Føroyum.
Mong kenna hann sum oddamann í Hjarnum, men hann hevur eisini sungið í øðrum samhangum.
Karl Martin og aðrir tónleikarar hava KMS Band, og leygarkvøld, í kvøld, verða teir at hoyra í Dansifrøi í Havn.
KMS Band spælir nýtt tilfar hjá Karl Martini, men teir tríva sjálvsagt eisini í teir góðu gomlu sangirnar hjá Hjarnum.
Karl Martin hevði eina frálíka konsert á Summar Festivalinum, og nú fylgir hann hesa framførslu upp við framførslu í høvuðsstaðnum.